Sera nógvur roykur í Sandoyartunlinum

Sera nógvur roykur í Sandoyartunlinum
Seinnapartin í gjár var sera nógvur roykur í Sandoyartunlinum, og bilførarar hildu tað ikki vera serliga tespiligt at koyra ígjøgnum
Sera nógvur roykur kom úr Sandoyartunlinum seinnapartin í gjár við tunnilsmunnan á Gomlurætt. (Mynd Tummas Justinussen
 
28.09.2025 - 15:19

Hans Eivind Olsen í Skopun var ein av teimum, sum í gjár rendi seg í nógva roykin í Sandoyartunlinum.

Roykurin var serliga við tunnilsmunnan við Gomlurætt og einar tveir kilometrar inn.

- Tað var so tjúkt, at vit máttu slakka ferðina nógv niður. Haldi eg koyrdi millum 20 og 40 km/t, sigur Hans Eivind Olsen.

Hann koyrir næstan dagliga gjøgnum tunnilin, men hevur ongantíð upplivað nakað líknandi. 

- Eg haldi tað var roykur. Tað luktaði eisini sum roykur, sigur hann.

 

Ongantíð verið so ringt

Eisini Rasmus Olsen úr Havn upplivdi nógva roykin, tá ið hann koyrdi upp móti Gomlurætt í gjár.

Hann hevur ofta upplivað sokallaðan mjørka í tunlinum, men tað hevur ongantíð verið so ringt sum tað var í gjár.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

1766499

 

Sí meir um tað sama her.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672