Dalstunnilin: El-arbeiðið við trygdarútgerð verður boðið út nú

Dalstunnilin: El-arbeiðið við trygdarútgerð verður boðið út nú
Kanska sleppur ferðsla gjøgnum tunnilin, áðrenn hann eftir ætlan letur upp til várs, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum
Portalarnir í Dalstunlinum og vegabreytin verða gjørd liðug í heyst, og síðan verður asfalterað.
 
29.09.2025 - 13:24

Arbeiðið við bergholinum til Dals nærkast endanum, men hann letur ikki upp  í ár, sum annars var ætlanin. 

Portalarnir og vegabreytin verða gjørd liðug í heyst, og síðan verður asfalterað, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Landsstýrismaðurin sigur, at el-arbeiðið við trygdarútgerð og ljós verður boðið út í oktober, og væntast at verða liðugt til várs, tá ið bergholið letur upp, men møguliga kann ferðsla sleppa ígjøgnum fyrr. 

 

173 milliónir

Samlaði kostnaðurin er mettur at vera 173 milliónir krónur. 

Jóhannis Joensen vildi eisini hava at vita, hvussu gongur at fyrireika bergholið til Tjørnuvíkar.

Til tað svarar landsstýrismaðurin, at bergholið til Tjørnuvíkar er fyrireikað og hevur fingið loyvi, men bíðið verður eftir verklagslóg og játtan.

Sí svarið her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672