Fíggjarlógin: 173 milliónir í halli næsta ár

Fíggjarlógin: 173 milliónir í halli næsta ár
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt fram uppskot um fíggjarlóg fyri 2026
Ruth Vang, landsstýriskvinna, við fíggjarlógini fyri 2026.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2025 - 10:03

Landsstýrið væntar, at fíggjarlógin næsta ár fer at hava 173 milliónir kr. í halli.

Inntøkurnar verða mettar til sjey milliardir og 547 milliónir kr. og útreiðslurnar til sjey milliardir og 720 milliónir kr.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur havt tíðindafund um fíggjarlógaruppskotið, sum var lagt fyri tingið í morgun. 

Fíggjarmálaráðið sigur m.a. soleiðis um fíggjarlógaruppskotið:

 

Minni inntøkur

Nýggjastu inntøkumetingarnar fyri 2026 vísa nakað lægri inntøkur enn roknað varð við í játtanarkørmunum í vár. Tí er metingin lækkað knappar 90 mió. kr. Orsøkin er lágu laksaprísirnir í ár, sum hava við sær, at landskassin fer at fáa væl minni inn í partafelagsskatti og kapitalvinningsskatti enn roknað varð við fyrr í ár.

Føroyski búskapurin er kortini væl fyri við lágum arbeiðsloysi og stórum arbeiðsvirkni. Fíggjarmálaráðið metir, at útlit eru til ein hóvligan og varisligan búskaparvøkstur næstu 1-2 árini. Tó eru ávísar óvissur í slíkum metingum, serliga tí broyttar umstøður innan toll og altjóða handil kunnu ávirka gongdina í heimsbúskapinum.

 

Bygningar og samferðsla

Sum vant er nógv tann størsti parturin av útreiðslunum í fíggjarlógini rakstrarútreiðslur. Rakstrarkarmurin í 2026 er 7.153 mió. kr, og løgur og løgukendar útreiðslur eru 567 mió. kr. Nærum helvtin av løgunum fer til bygningar, m.a. bústovnar, Fróðskaparsetrið, Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús og goymslubygning til Tjóðsavnið.

Eisini verður peningur játtaður til samferðslukervið. Nevnast kann Suðuroyartunnil, brúnna um Streymin og strandfaraskip.

Gjørdar verða ávísar sparingar fyri at lækka rakstrarkostnaðin, og á inntøkusíðuni verður eitt nú hægri avgjald lagt á snús og tubbak og MVG frádrátturin fyri leigubilar verður broyttur.

 

Haldførið skal styrkjast

Neyðugt er at gera nakað við haldførisavbjóðingina hjá almennu kassunum. Búskaparráðið kom í 2024 við fýra tilmælum um at styrkja fíggjarpolitiska haldførið, nevniliga at hækka pensjónsaldurin, effektivisera eldraøkið, seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk og minka um fráflytingina.

Landsstýrið ætlar, at pensjónsaldurin skal hækka, og eitt fíggjarpolitiskt regluverk er sent í almenna hoyring, sum hevur til endamáls at seta hámark fyri rakstrarútreiðslurnar hjá landinum.

Fleiri av raðfestingunum í fíggjarlógaruppskotinum leggja dent á at betra umstøðurnar hjá barnafamiljum og ungdómi í Føroyum, m.a. øktur barnafrádráttur, hægri lestrarstuðul og at lata ávísar gerandisvørur sleppa undan meirvirðisgjaldi,sigur Fíggjarmálaráðið m.a. um fíggjarlógaruppskotið, sum nú er lagt fram.

Les fíggjarlógaruppskotið her.

Les Búskaparfrágreiðingina her.

 

Myndir. Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256