Kappingareftirlitið slept málinum um prís fyri matarkoyring

Kappingareftirlitið slept málinum um prís fyri matarkoyring
Niðurstøðan er, at Posta ikki hevur brotið kappingarlógina
Posta hevði nógv tað lægsta tilboðið at koyra út mat til pensjónistar í Tórshavnar kommunu. (Savnsmynd)
 
01.10.2025 - 09:21

Kappingareftirlitið heldur ikki, at Posta brúkti ránsprís, tá Tórshavnar kommuna bjóðaði út matarkoyringina. 

Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum er, at Posta ikki hevur brotið kappingarlógina.

Kappingareftirlitið hevur tí avgjørt at niðurleggja eftirlitsmálið.

Kappingareftirlitið fór í februar undir at kanna kappingarstøðuna millum Posta og fyritøkur, sum koyra vørur út fyri Tórshavnar kommunu. 

Tvær fyritøkur vóru misnøgdar við, at Posta vann kappingina um eitt útboð hjá Tórshavnar kommunu um at koyra út mat til pensjónistar.

Posta hevði nógv tað lægsta tilboðið.

Les avgerðina hjá Kappingareftirlitinum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531