Seinasta vaktin hjá Tobba

Seinasta vaktin hjá Tobba
Tórbjørn "Tobbi" Jacobsen gevst í politikki til næsta val. Tað váttar borgarstjórin í Runavíkar kommunu í samrøðu við Dimmalætting
Tórbjørn Jacobsen hevur verið borgarstjóri í Runavík í samfull 13 ár, og tað er nógv tað longsta, nakar hevur havt tað álitisstarvið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2025 - 20:05

Týsdagin 7. oktober fyllir Tórbjørn Jacobsen 70 ár, og nú hevur hann boðað frá, at tá hendan býráðssetan er liðug tann 31. desember 2028, stillar hann ikki upp aftur.

Í samrøðu við Dimmalætting váttar Tobbi, sum hann vanliga verður nevndur, at hansara dagar í politikki eru við at vera taldir, tí hann gongur sína seinastu vakt. 

"Vit mugu lata tey yngru sleppa framat, tí samfelagið skal ikki bara mala runt í okkara tíð, tað skal eisini mala runt í framtíðini," sigur Tórbjørn Jacobsen.

Føðingardagurin verður longu feiraður við stórari fagnaðarløtu í Løkshøll sunnudagin.   

 

Mest eyðkenda røddin

Tórbjørn Jacobsen, ið er heimskendur í Føroyum  fyri sínar bersøgnu og harðmæltu talur, hevur í samfull 27 ár verið ein hin mest eyðkenda røddin í føroyskum politikki - og í samfelagskjakinum sum heild.  

Tobbi hevur verið fiskimaður, sjómaður, skipari, havnarmeistari, løgtingsmaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og nú eisini borgarstjóri í Runavík í 10 ár.

Tá hendan býráðssetan er av í 2028, er hann eisini vorðin 73 ára gamalur, um lív og heilsa vilja tað, og hann heldur, at so er stundin komin at siga politikkinum farvæl.

Tórbjørn Jacobsen hevur verið borgarstjóri í Runavík í samfull 13 ár, og tað er nógv tað longsta, nakar hevur havt tað álitisstarvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595