Rúsdrekkasølan flytur í Posta

Rúsdrekkasølan flytur í Posta
Handilshølini í Miðlon eru ov lítil, og tey eru eisini gomul og slitin
Posta í Havn fer nú eisini at hýsa Rúsdrekkasøluni.
 
02.10.2025 - 08:10

Næsta summar flytur søludeildin hjá Rúsdrekkasølu landsins í Havn úr Miðlon í postverksbygningin hjá Posta á Óðinshædd.

- Ov lítið pláss er í handilshøliunum í Miðlon, og tey eru eisini gomul og slitin, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri í Rúsdrekkasølu landsins.

 

Rúsdrekkasølan í Havn heldur til í Miðlon, men flytur næsta summar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Høvuðsskrivstovan, sum er á Skálatrøð, flytur eisini á Óðinshædd, og tað fer at gera tað lættari at reka Rúsuna, sigur stjórin.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02102025_Rusan_flytur

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860