Stríðið fyri mannarættindum fær ongan enda

Stríðið fyri mannarættindum fær ongan enda
Amnesty Føroyar hevur verið virkið í 60 ár. Mál eru rokkin, men enn er nógv eftir, sigur aðalskrivari
Turið Maria Jóhansdóttir er aðalskrivari í Amnesty Føroyum, sum í hesum døgum hátíðarheldur 60 ára føðingardag
Mynd: Savnsmynd  
 
04.10.2025 - 13:15

Í ár fyllir Amnesty International Føroyar 60 ár, og framvegis er brúk fyri felagsskapinum.

Tað sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty Føroyum.

Um vikuskiftið verður skipað fyri tiltøkum, sum varpa ljós á tað, felagsskapurin arbeiðir fyri.

 

Hátíðarhald við verkstovum

Gular ballónir og flaggleinkir eru hongdar upp í hølunum hjá  Perluni í Havn, har fyrireikingarnar til 60 ára føðingardagshaldið hjá Amnesty Føroyum eru í gongd.

- Tað er stórt at fylla 60, og tí vildu vit hugsa stórt, sigur Turið Maria Jóhansdóttir.

Skipað verður fyri fleri tiltøkum og verkstovum í samband við føðingardagin, og hátíðarhaldið kalla tey ein mannarættindafestival.

Við tiltøkunum á festivalinum verður varpað ljós á mál, sum Amnesty Føroyar arbeiðir fyri. Herímillum verður ein verkstova um dagføring av fosturtøkulógini.

 

Nógv er hent seinastu árini

Tá Amnesty byrjaði, var tað ein rørsla fyri eitt nú politiskum fangum og torturi uttanfyri landoddarnar.

Í dag arbeiðir felagsskapurin við fleiri økjum innan mannarættindi í Føroyum.

Her heima er eitt mál rokkið, sum felagsskapurin er serliga errin av, og tað eru betraðu umstøðurnar á neyðtøkuøkinum. 

Sum er, er felagsskapurin á hesum døgum serliga upptikin av uppskotinum um dagførda fosturtøkulóg. 

 

Arbeiðið heldur fram

Sambært Turið Mariu Jóhansdóttir hevur arbeiðið hjá Amnetsy framevigs ein ómetaliga stóran týdning. 

- Stríðið fyri mannarættindum fær ongan enda. Rættindi verða givin og rættindini verða tikin, sigur hon um støðuna úti í heimi.

Og hóast vit í Føroyum eru ein lítil tjóð, eru vit, sambært Turið Mariu Jóhansdóttir, als ikki komin á mál.

- Eg haldi ongantíð, mann kemur á mál. Tað er altíð nógv at stríðast fyri, sigur hon.

 

Hoyr samrøðu við Turið Mariu Jóhansdóttir her: 

1767764

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375