Maskinmeistarafelagið sent fráboðan til kýpriotisku myndugleikarnar

Maskinmeistarafelagið sent fráboðan til kýpriotisku myndugleikarnar
Maskinmeistarafelagið vendir sær til flaggstatin eftir vantandi kanning frá Sjóvinnustýrinum
Savnsmynd
 
06.10.2025 - 18:43

Maskinmeistarafelagið hevur nú sent fráboðan til kýpriotisku sjófartsmyndugleikarnar um hendingina 1. september, tá ferðamannaskipið Galaxy sigldi við opnum hekkuportri um Suðuroyarfjørð.

Formaðurin, Arnfinn Bech, sigur í tíðindaskrivi, at felagið ikki kann góðtaka ein “tað gongur nokk”-hugburð, tá talan er um trygd á sjónum. Hann undrast framvegis á, at Sjóvinnustýrið slepti málinum uttan at tosa við mannin, sum tók myndina, og tí heldur ikki gav løgregluni møguleika at kanna málið.

Formaðurin hevur sjálvur tosað við Jens Sivar Djurhuus, sum tók myndina av opna hekkuportrinum, tá hann - í sambandi við sítt arbeiði - var staddur á bildekkinum á Galaxy á veg úr Havn og suður á Krambatanga um kvøldið tann 1. september.

– Talan er um ein fullkomiliga reiðiligan og álítandi samfelagsborgara, har tað avgjørt ikki er nøkur sum helst orsøk at seta spurnartekn við trúvirðið, og eg fati framvegis ikki, at Sjóvinnustýrið slepti málinum uttan at ómaka sær so mikið sum at tosa við mannin, ið átti myndina og kundi skjalprógva alt – og ikki bara tað, men við tí eisini syrgdi fyri, at politiið heldur ikki kundi kanna málið, sigur Arnfinn Bech.

Málið verður nú eisini tikið upp á fundinum hjá Norðurlendsku Maskinmeistarafeløgunum (NMF) í Malmø, har trygd á sjónum er høvuðsevnið.

– Vit mugu tryggja, at hendingar sum hesar ikki verða tagdar burtur, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514