Smyril í sigling aftur týsmorgunin

Smyril í sigling aftur týsmorgunin
Smyril hevur millum annað fingið tvær síðuskrúvur aftan og tríggjar nýggjar hjálpimotorar
Týsmorgunin verða suðuroyingar og onnnur, ið hava ørindi í Suðuroy, møtt av hesari sjónini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.10.2025 - 23:40

Eftir sjey vikur í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo á Fjóni og umfatandi umbyggingar- og ísetingararbeiði, er Smyril nú á veg til Føroya. 

Tað skrivar SSL í tíðindaskrivi í kvøld.  

 - Stórarbeiðir eru fingin frá hondini. Uppíbygging í afturskipið og íseting av tveimum síðuskrúvum aftan og tríggir nýggir hjálpimotorar, sum eru meira enn tvífalt so máttmiklir sum teir undanfarnu, eru mest týðandi arbeiðini, skrivar SSL.

Arbeiði í samband við 20 ára klassingina er eisini gjørt.

 

200 fólk knýtt at verkætlanini

Í Munkebo vóru fleiri royndarkoyringar gjørdar av ymsum skipanum umborð.

Skipanir eru tiknar sundir og settar saman aftur, og skuldu fáast at rigga, áðrenn full megi kundi setast á. 

Fólk frá rakstrardeildini á Strandferðsluni og fólk frá Fayard skipaðu stóru verkætlanina, og høvdu upp í 200 fólk knýtt at sær.

 

24 mans við í dokk

Hægsta talið av arbeiðsfólki í senn umborð var umleið 100. Talið av undirveitarum var umleið tíggju.

Manning av Smyrli, ið var við í dokk, taldi 24 fólk íroknað báðar verkætlanarleiðararnar.

Hin parturin av manningini, tilsamans 32 fólk í vaktum, sigldu við Galaxy. 

 

Aftur í dokk um trý ár

Í 2028 skal Smyril aftur í dokk, tá ið størsta arbeiðið verður at skifta teir fýra høvuðsmotorarnar.

120 milliónir krónr vóru játtaðar til verkætlanina hesa ferð, íroknað leiguskipið.

Tørvurin á játtan verður áleið sami í 2028, skrivar SSL  

Smyril siglir væntandi sín fyrsta túr av Krambatanga týsmorgunin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179