Størsta nøgdin av ketamini nakrantíð funnin umborð á Norrønu

Størsta nøgdin av ketamini nakrantíð funnin umborð á Norrønu
Løgreglan í Íslandi legði í farna mánaði hald á størstu nøgdina av ketamini, sjey kilo, sum nakrantíð er funnin í einum rúsevnismáli í Íslandi. Ketaminið var umborð á Norrønu
Roynt var at smugla metstóra nøgd av ketamini til Íslands við Norrønu í september
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2025 - 12:21

Fýra fólk eru varðhaldsfongslað í einum máli at smugla metstórar nøgdir av ketamini inn í Ísland. 

Farið, ið skuldi føra ketaminið til Íslands, var Norrøna. 

Talan er um tvær royndir at smugla inn stórar nøgdir av rúsevnum við Norrønu 19. september í ár.

Eftirlitið hjá tollvaldinum og løgreglan funnu rúsevnini.

 

Sjey kilo

Eitt fólk var tikið við sløkum sjey kilo av kokaini í bilinum, - hann er varðhaldsfongslaður.

Eitt annað fólk var handtikið í Reykjavíkarøkinum, men er latið leyst aftur.

Fyrra málið snýr seg um sjey kilo av kokaini. Tað seinna snýr seg um fimtan kilo av ketamini og fimm kilo av MDMA-krystalli.

Ongantíð áður er so nógv ketamin funnið í einum sakarmáli, skrivar RUV.


Soleiðis sær rúsevnið ketamin út (Mynd: Shutterstock.com)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961