Neyðhjálp sleppur kortini inn í Gasa

Neyðhjálp sleppur kortini inn í Gasa
Ísrael hevði hótt við revsitiltøkum, um Hamas ikki læt fleiri deyðar gíslar leysar
Neyðhjálp sleppur framvegis ótarnað inn í Gasa.
Mynd: Omar Al-Qattaa/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2025 - 08:17

Neyðhjálpin, sum sleppur inn í Gasa, verður kortini ikki skorin niður í helvt.

Eftir øllum at døma hevur ísraelska stjórnin gjørt av at sleppa ætlaðu revsitiltøkunum, sum høvdu skorið neyðhjálpina niður í helvt og stongt Rafah-marknaliðið, sum er millum Gasa og Egyptaland. 

Tað skrivar almenni ísraelski miðilin, Kan.

Revsitiltøkini vóru annars fráboðað í gjár, eftir at Hamas í fyrstu syftu bara hevði avhendað fýra av 28 deyðum gíslum. Seint í gjárkvøldið vóru fýra lík aftrat avhendað.

Tað ljóðar eisini, at Hamas fer at avhenda fýra dripnar gíslar aftrat í dag, sambært Times of Israel.

Tí fer Ísrael at lata upp Rafah-marknaliðið í dag og loyva teimum 600 lastbilunum við neyðhjálp inn í Gasa, sum avtalan um vápnahvíld sigur, skrivar miðilin, Kan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904