Hans Pauli Strøm farin

Hans Pauli Strøm farin
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin var 77 ár, nú hann doyði
Hans Pauli Strøm var 77 ár, nú hann doyði.
 
20.10.2025 - 15:10

Fyrrverandi løgtings- og landssstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, er deyður, 77 ára gamal.

Hans Pauli Strøm var valdur á løgting fyri Javnaðarflokkin tvey valskeið, frá 1998 til 2002 og aftur frá 2008 til 2011. 

Hans Pauli Strøm var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum í samgonguni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin árini frá 2004 til 2008.

Hann helt fram sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum í samgunguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, sum sat eitt stutt skifti í 2008. Og tá hon slitnaði á heysti í 2008, og nýggj samgonga varð skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, helt Hans Pauli Strøm fram sum landsstýrismaður í heilsumálum. Hann noyddist tó úr landsstýrissessinum á sumri 2009, og tók hann tá aftur sæti á løgtingi. 

Hans Pauli Strøm var útbúgvin sosiologur, og hann starvaðist í mong ár á Hagstovuni. 

Hann var giftur Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen, og eiga tey døturnar Marin, Silju og Ingilín Didriksen Strøm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302