Trump: Vápnahvíldin er framvegis í gildi

Trump: Vápnahvíldin er framvegis í gildi
Í gjár hekk vápnahvíldin í Gasa í klønum tráð
Níggju daga langa vápnahvíld hekk í gjár í klønum tráð, og bæði Hamas og Ísrael hava skuldsett hvønn annan fyri at bróta vápnahvíldina.
Mynd: Ramadan Abed/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.10.2025 - 08:04

- Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas í Gasa er framvegis galdandi. 

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, tá hann í gjár var spurdur um vápnahvíldina.

- Teir hava latið skot av, men vit halda ikki, at leiðslan er við í hesum. Tað kunnu vera nakrir uppreistrarmenn.

- Vit vilja tryggja okkum, at tað gongur friðarliga fyri seg við Hamas. Sum tit vita, so hava teir verið balstýrnir. Og ja, vápnahvíldin er framvegis í gildi, segði Trump við útvaldar journalistar umborð á Air Force One-forsetaflogfarinum.

 

Hekk í klønum tráð

Níggju daga langa vápnahvíld hekk í gjár í klønum tráð, og bæði Hamas og Ísrael hava skuldsett hvønn annan fyri at bróta vápnahvíldina.

Ísrael sigur, at skotið var við stríðsvognarakettum og við hondvápnum eftir ísraelskum deildum í Rafah-økinum í gjár.

Borgaraverjan í Gasa boðar frá, at 45 palestinar eru dripnir, meðan ísraelski herurin (IDF) upplýsir, at tveir ísraelskir hermenn hava latið lív.

IDF segði sunnudagin, at vápnahvíldin í Gasa er í gildi aftur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938