Verða nú kunnað um Suðuroyartunnilin

Verða nú kunnað um Suðuroyartunnilin
Umboð fyri tunnilsfelagið og ráðgevarafelagið Norconsult eru á fundinum, og sum skilst kunna tey um tvær farleiðir og leggja fram kostnyttukanning
Annika Olsen og Eyðdis Hartmann Niclasen á veg á fund í Tinganesi at verða kunnaðar um tað nýggja í málinum um Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2025 - 16:07

Kunningarfundur er í løtuni fyri løgtingsfólkum um Suðuroyartunnilin.

Á fundinum eru, umframt løgtingsfólk og landsstýrisfólk, Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, umboð fyri Nordconsult og umboð fyri Landsverk, og sum skilst kunna tey um tvær farleiðir og leggja fram kostnyttukanning.

Í novembur í fjør varð semja undirritað av umboðum fyri allar politiskar flokkar á løgtingi.

Í semjuskjalinum varð avtalað, at undirsjóvartunnil skuldi gerast millum Djúpadal norðan fyri Skarvanes og Sandvik, við møguleika at knýta Skúgvoy upp í tunnilin seinri.

 

Onnur linjuføring

Men longu, tá lógaruppskotið um Suðuroyartunnil var til almenna hoyring, vóru sjónarmið frammi um, at ein Suðuroyartunnil skuldi hava eina øðrvísi linjuføring. Skotið varð upp at gera tunnil av Sandi, sum so kundi koma upp í Skúgvoy, og so víðari til Sandvíkar.

Lógaruppskot kom í løgtingið í mars í ár, og tá bar ikki til at fáa málið samtykt. Viðurskifti, ið vórðu viðgjørd í Løgtinginum, vóru m.a. linjuføring og trygd í tunlinum. Málið datt burtur, tá nýggj tingseta byrjaði á ólavsøku.

Løgmaður gjørdi í juni avtalu við politisku forfólkini og politiska fylgibólkin um m.a. at gera avgerðarnotat, ið lýsir tvær farleiðir.

Tá tilfarið er framleitt, verður politisk støða tikin, stendur í tilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans í ár.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum og í Degi og viku í kvøld.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527