Fjallabjargarar á íblástrartúri í USA

Fjallabjargarar á íblástrartúri í USA
Føroyskir fjallabjargarar eru í allar mátar væl fyri samanborið við starvsfelagar í útlondum
 
23.10.2025 - 10:28

Føroyskir fjallabjargarar hava júst verið í USA á íblástrarferð.

Har vitjaðu teir bjargingarfeløgini í býnum og sóu, hvussu tey arbeiða saman við løgreglu, sjúkrahúsverki, sløkkiliði og øðrum myndugleikum.

Sum limur í altjóða samgonguni fyri fjallabjargarar hava føroyskir fjallabjargarar møguleika at møtast við øðrum fjallabjargarum úr øllum heiminum eina ferð á hvørjum ári. Hesa ferð møttust teir í býnum Johnson, sum er tætt við Salt Lake City.

- Vit sóu nýggjastu útgerðina og kundu deila vitan. Harafturat er ein slíkur túrur eisini ein góður máti at samansjóða okkara bólk, sigur Gundur Mortensen, sum er ein av teimum sjey føroysku fjallabjargarunum, sum vóru á ferðini í USA.

Bæði tá tað snýr seg um útgerð og førleikar, eru føroysku fjallabjargararnir væl fyri. 

- Vit hava alla ta neyðugu útgerðina og kunnu aftan á henda túrin bara staðfesta, at føroyskir fjallabjargarar eru í allar mátar væl fyri, sigur Hans Mikkelsen, sum eisini var við á íblástrarferðini í USA.

Útvið 20 fjallabjargarar eru í Føroyum, og talan er um bæði kvinnur og menn. 

Í morgunsendingini greiða Gundur Mortensen og Hans Mikkelsen frá íblástrartúrinum í USA.

1771600

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533