Gamlir vanar kunnu forða fyri kapping

Gamlir vanar kunnu forða fyri kapping
Tað er gott at hava fingið ein veitara aftrat á oljumarknaðinum, men tekur brúkarin ikki undir, kann tað hótta kappingina, sigur deildarstjórin í Kappingareftirlitinum
Terje Sigurðsson er deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.
 
24.10.2025 - 08:28

Gamlir vanar kunnu forða fyri kapping, sigur leiðarin á Kappingareftirlitinum, sum tó fegnast um, at størri kapping nú er á oljumarknaðinum.

Tað sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri á Kappingareftirlitinum, nú Sp/f Thomsen hevur tikið kappingina upp, og er farið at selja brenniolju til húski og fyritøkur í Føroyum

- Tað er at fegnast um, at vit hava fingið ein veitara afturat á oljumarknaðinum, men brúkaraatferð kann vera ein hóttan fyri vælvirkandi kapping, sigur hann.

 

Gomlu oljufeløgini hava eisini lækkað prísin.

 

Fyrr í vikuni kom Sp/f Thomsen á marknaðin við einum brennioljuprísi upp á 7,84 krónur fyri liturin. Magn lækkaði so sín prís á brenniolju til 8,40 krónur. Og eftir tað hevur Effo lækkað sín brennioljuprís til 8,20 krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24102025_Olja_og_Terje_Sigurdsson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302