Advokatur skal kanna Strandferðsluna

Advokatur skal kanna Strandferðsluna
Málið um hekkuportrið á Galaxy skal nú kannast av advokati. Tað hevur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum gjørt av.
Gunn Ellefsen, advokatur, sum skal hjálpa við kanningini
Mynd: Savnsmynd  
 
28.10.2025 - 18:50

Sjóvinnustýrið hevur ábyrgdina av at kanna sjálva hendingina, um hekkuportrið varð opið undir sigling 1. september. Sjóvinnustýrið skal eisni meta um, um eitt trygdarbrot er farið fram. Sjóvinnustýrið hevur síðani latið málið til løgregluna. Men tað eru eisini onnur viðurskifti í málinum, sum skulu kannast

 

Jóhan Christiansen

Caption: 
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum

 

Jóhan Christiansen, hevur gjørt av at kanna, hvørt fyrisitingarliga viðgerðin hjá Strandfaraskipum Landsins av fráboðanini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling, var nøktandi. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið stendur fyri kanningini, og hevur heitt á Gunn Ellefsen, advokat, um at hjálpa við at gera kanningina. Kanningin skal vera liðug í desember í ár. Tað stendur í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í málið.

 

 

Endamálið við kanningini, sum Gunn Ellefsen skal gera, er at fáa lýst fyrisitingarligu viðgerðina hjá Strandfaraskipum Landsins av fráboðanini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling, at meta um, hvørt fyrisitingarliga viðgerðin hjá Strandfaraskipum Landsins av málinum var nøktandi, og/ella hvørt mett verður, at tørvur er á at styrkja mannagongdir, samskifti ella annað í fyrisitingarligu viðgerðini hjá Strandfaraskipum Landsins av slíkum málum í framtíðini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595