Semja um neyðtilbúgving í arbeiðssteðgi

Semja um neyðtilbúgving í arbeiðssteðgi
Avtalað er, hvørjar ítøkiligar funktiónir vera undantiknar í arbeiðssteðgi
Undantøk verða m.a. givin sløkkiliðum til tilbúgving, tá arbeiðssteðgur er.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2025 - 08:36

Kommunala arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið hava gjørt avtalu um neyðtilbúgving.

Semja var gjørd 8. november í fjør um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg.

Hon skal tryggja, at lív, heilsa og týðandi samfelagslig virði ikki vera sett í vanda.

Og í gjár var avtalan undirskrivað.

Avtalað er, hvørjar ítøkiligar funktiónir vera undantiknar í arbeiðssteðgi.

Ítøkiliga er avtalað, at undantøk verða givin til at manna samdøgursvaktarskipanina hjá barnaverndartænastunum, til tilbúgvingina hjá sløkkiliðnum og til tilkallivakt til bráðfeingisstøður um vatnveiting, kloakk og gravarhjálp.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890