Fakfeløg vilja hava at vita, nær arbeiðsvikan verður stytt

Fakfeløg vilja hava at vita, nær arbeiðsvikan verður stytt
Tey sjey feløgini í Fakfelagssamstarvinum vísa á, at stytt arbeiðsvika var partur av samgonguskjalinum
Álitisfólk í feløgum í Fakfelagssamstarvinum.
 
29.10.2025 - 10:21

Fakfeløgni í Fakfelagssamstarvinum vilja nú at hava vit frá samgonguflokkunum, nær arbeiðsvikan verður stytt.

Tey hava skrivað alment bræv til Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, og Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, um málið.

Tey sjey fakfeløgini vísa á, at stytt arbeiðsvika var eitt av vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi upp undir seinasta løgtingsval. Styttri arbeiðsvika er eisini partur av samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Nú eitt gott ár er eftir av valskeiðnum, er arbeiðsvikan framvegis ikki stytt. 

Styttri arbeiðsvika hevði lætt munandi um hjá øllum løntakararunum, serstakliga hjá barnafamiljum. Men nú tigur samgongan um ætlaninar um at stytta arbeiðsvikuna, siga feløgini í Fakfelagssamstarvinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386