Landssjúkrahúsið sparir 7,7 milliónir í rakstrinum

Landssjúkrahúsið sparir 7,7 milliónir í rakstrinum
- Avbjóðingin er at halda sparingarnar so langt burtur frá sjúklingunum, sum til ber. Men nú eru vit komin hartil, at tað ber ikki til at spara meira, sigur Steinar Eirikstoft
Tað ber illa til at spara meira, uttan at tað gongur beinleiðis út yvir sjúklingarnar, sigur Steinar Eirikstoft, sum í dag hevur framt spariætlan á Landssjúkrahúsinum fyri 7,7 milliónir.
 
30.10.2025 - 16:54

Landssjúkrahúsið hevur í dag framt sparingar fyri 7,7 milliónir krónur. 

- Samanumtikið kann eg siga, at tað eydnaðist at spara pengarnar, uttan at tað gongur beinleiðis út yvir sjúklingarnar, sigur Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri.

Sparingarnar verða í høvuðsheitum framdar á tann hátt, at ymiskt virksemi ikki verður sett í gongd eins og ætlað, pengar verða spardir á fíggjar- & kt-deildini og í tænastudeplinum. Eisini verður tað dýrari hjá útlendingum at fáa hjálp frá føroyska sjúkrahúsverkinum.

Hetta er annað árið á rað, at sparingar skulu gerast í rakstrinum. Í játtanini fyri 2025 skuldi landssjúkrahúsið spara 7,4 milliónir krónur. Í játtanini fyri 2026 skulu sum nevnt sparast 7,7 milliónir.

Sparingarnar merkja eisini, at trý starvsfólk á Landssjúkrahúsinum í dag hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, og tvey hava fingið ætlanarskriv um, at tey skulu niður í tíð.

- Nú eru vit komin hartil, at tað ber ikki til at spara meira, uttan at tað gongur út yvir sjúklingarnar, sigur Steinar Eirikstoft.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur gjørt eina frágreiðing, ið lýsir aktuellu sparingarnar. Frágreiðingin kann lesast HER.

Hoyr innslag við Steinari Eirikstoft:

Sjukrahussaparingar_-_jbh_-_1800

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858