Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar 21. november

Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar 21. november
Kolshøll á Eiði verður karmur um handanina í ár
Mentanarvirðislønir landsins í ár verða handaðar í Kolshøll á Eiði.
Mynd: Eiðis kommuna  
 
31.10.2025 - 09:47

Ársins mentanarvirðislønir hjá landinum vera handaðar í Kolshøll á Eiði fríggjakvøldið 21. november.

Tríggjar virðislønir eru.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, sum hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá tiltakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576