Ullarmóttøkan kostar upp í hálva millión um árið

Ullarmóttøkan kostar upp í hálva millión um árið
Stuðulin á fíggjarlógini er 192.000 kr., sum er munurin millum útreiðslur og inntøkur av móttøkuni
Kostnaðurin av ullarmóttøkuni fer av rakstrinum hjá Búnaðarstovuni. (Savnsmynd)
 
31.10.2025 - 09:04

Ullarmóttøkan kostar Búnaðarstovuni millum 250.000 og 500.000 kr. um árið.

Teir pengarnar noyðist Búnaðarstovan at rinda av rakstrinum.

Í fíggjarlógini eru 492.000 krónur settar av til útreiðslur og 300.000 kr. til inntøkur hjá ullarmóttøkuni.

Stuðulin er tí 192.000 kr.

Men í fjør til dømis kostaði raksturin hjá ullarmóttøkuni 894.000 kr. Inntøkurnar vóru 164.000. Stuðulin er 192.000. Munurin er 538.000 kr.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2026 er játtanin 192.000 kr. Og tað er hon eisini í ár.

Í frágreiðing, sum Ari Johanneson, búskaparfrøðingur, gjørdi fyri Búnaðarstovuna í 2016, stendur, at vælvirkandi ullarmóttøka væntast at kosta millum 500.000 og 750.000 krónur, sigur Tróndur Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531