Golden League: Norra vil hava lítla hevnd

Golden League: Norra vil hava lítla hevnd
Norra vil hava eina lítla hevnd fyri EM-javnleikin í 2024. Tað sigur Berlin-liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum, Tobias Grøndahl, undan Golden League-uppgerðini seinnapartin
Tobias Grøndahl og hinir norðmenninir taptu fyri Danmark hósdagin. Í dag skulu teir royna seg ímóti Føroyum
Mynd: Erik Flaaris Johansen/NTB/Ritzau Scanpix  
 
01.11.2025 - 13:34

Norðmenn hava ikki gloymt EM-javnleikin ímóti Føroyum fyri smáum tveimum árum síðan, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu javnaði við brotskasti í evstu løtu.

Í Golden League-leikskránni sigur liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum úr Füchse Berlin, Tobias Grøndahl, at Norra fegið vil hava eina lítla hevnd, tá londini bresta saman í Golden League-dysti seinnapartin.

 - Tað er júst tað, sum kann gerast heilt perfekt. Vit hava jú ein føroyskan høgra vong (í Füchse Berlin, blaðm.), sum vit vilja hava eina lítla hevnd ímóti, og so eru tað danskararnir, sum vit ongantíð vinna á, segði Tobias Grøndahl undan kappingini í Tróndheimi.

Norra megnaði heldur ikki hesa ferð at vinna á dønum - Danmark vann 38-33 í fyrsta umfari hósdagin - og so er spurningurin, um tað eydnast Tobias Grøndahl og hinum úr Norra at vinna á Føroyum í dag.

Føroyar taptu við einum máli fyri Hollandi hósdagin, og venjararnir hava givið ábendingar um, at teir fara at geva onkrum av lyklaspælarunum hvíld í dag, áðrenn dystin ímóti Danmark í morgin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595