Fróðskaparsetrið flytur úr Sjóvinnuhúsinum

Fróðskaparsetrið flytur úr Sjóvinnuhúsinum
Setrið flytur í lon 3 og sokallaðu íbúðirnar á Frælsinum
Fróðskaparsetrið hevur seinastu árini eisini hildið til í Sjóvinnuhúsinum, men nú skal Tórshavnar kommuna, sum eigur húsið, sjálvt brúka tað.
 
03.11.2025 - 08:07

Nú í november noyðist Fróðskaparsetrið at flyta úr Sjóvinnuhúsinum, tí Tórshavnar kommuna, sum eigur húsið, skal sjálv brúka tað.

Fróðskaparsetrið fer at flyta virksemið, sum er á aðru hædd í Sjóvinnuhúsinum í Nóatúni, í lon 3 á Frælsinum 20 og í sokallaðu íbúðirnar á Frælsinum.

Harafrat skal kommunan eisini brúka ein part av fjórðu hædd í Sjóvinnuhúsinum, sum Fróðskaparsetrið leigar. 

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum.

Hon gevur heimild til eisini at halda útreiðslur til at prosjektera næsta byggistig fram til útboð fyri í mesta lagi 14,5 mió. kr.

Tað verður klárt at bjóða næsta summar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392