Mugu gevast at eta steinbít

Mugu gevast at eta steinbít
Steinbíturin er farin frá at vera ein fiskur, ið fólk ikki ótu, til at vera ein so mikið leskiligur gloypibiti, at hann er fyri ovurfisking í Noregi
Mynd: Shutterstock.com  
 
03.11.2025 - 09:36

Steinbíturin ger so týdningarmikið arbeiði á havbotninum, at fólk eiga at gevast at eta hann.

Tað sigur Even Moland, havfrøðingur á norsku havrannsóknarstovninum, við miðilin Klassekampen.

Eftir bert fáum árum eru 5.000 ferkilometrar av taraskógi horvnir út fyri norðurnorsku strondini.

Orsøkin er, at sjógæti, sum nørist av taraplantunum, hevur fingið loyvi at reika frítt eftir at høvuðsfíggindi teirra, steinbíturin, er minkaður nógv.

 

Gjørdur til at eta skeljadjór

Steinbíturin er serliga gjørdur til at eta skeljadjór við sínum kraftmiklu kjálkum og tonnum. 

Men eftir at fiskurin fór frá at vera ein ikki etandi fiskur til at gerast leskiligur gloypubiti, hevur hann verið veiddur ov nógv.

- Steinbíturin er helst ov virðismikil sum umsjónarmaður fyri vistskipanina til at hann egnaður sum mannaføði, sigur Moland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053