Ungdómsting verður í februar

Ungdómsting verður í februar
Freistin at senda uppskot til tingið er 25. november, og níggju uppskot verða vald burturúr
Frá ungdómstinginum í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.11.2025 - 15:05

Løgtingið minnir skúlarnar á, at nú nærkast seinasta freist hjá næmingum í framhaldsdeildunum at lata lógaruppskot ella uppskot til samtyktar til ungdómstingið í februar næsta ár. 

Freistin er 25. november.

Ungdómstingið verður 3. og 4. februar.

Níggju uppskot vera vald burtur úr teimum, sum koma.

Tað verður gjørt soleiðis, at allir flokkar helst skulu sleppa við, sigur løgtingið.  

 

Ungdómsting er annaðhvørt ár. Fyrsta ungdómstingið var í 2006. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Munnligir fyrispurningar

Møguleiki verður eisini hjá næmingum at seta løgmanni og landsstýrisfólkum munnligar spurningar. 

Freistin at senda spurningarnar er 13. januar.

32 næmingar vera í ungdómstinginum, og so kemur løgtingsforkvinnan aftrat.

Ungdómsting er annaðhvørt ár. Fyrstu ferð var í 2006.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541