Bakkafrost leggur seg ikki út í linjuføring

Bakkafrost leggur seg ikki út í linjuføring
Bakkafrost hevur ongantíð viðmerkt ella umrøtt síni áhugamál við nakran av pørtunum, hvørki so ella so, sigur Regin Jacobsen, stjóri
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.
 
07.11.2025 - 08:10

Bakkafrost leggur seg als ikki út í, hvussu landið velur at leggja ein møguligan suðuroyartunnil.

Í tíðindaskrivi sigur Regin Jacobsen, stjóri, at í sambandi við kjakið um linjuføring og møguligar leiðir til ein suðuroyartunnil hevur verið nevnt, at Bakkafrost á ein ella annan hátt skuldi hava áhuga í, hvussu ein møgulig tunnilsleið verður løgd. 

- Tað er ikki rætt, skrivar Regin Jacobsen.

Teitur Samuelsen var fíggjarstjóri í Bakkafrosti til 2014, tá hann bleiv stóri í almenna tunnilsfelagnum, sum tá skuldi gera Eysturoyar- og Sandoyartunnilin. Í 2016 kom hann í nevndina í Bakkafrost, og hann er framvegis nevndarlimur í alifyritøkuni. 

 

Teitur Samuelsen, stjóri í P.f. Suðuroyartunlinum, er eisini nevndarlimur í Bakkafrosti. 

 

Fimm promillu

27. oktober skrivaði Erling Eidesgaard, varatinglimur fyri Tjóðveldi, í lesarabrævi, at verandi linjuføring bara er best fyri tey fimm promillini av føroya fólki, sum búgva í eysturbygdunum á Sandoynni - og so sjálvandi fyri Bakkafrost í Skálavík.

Og í Facebook-viðmerking mikudagin rør borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, sum eisini fevnir um Skarvanes, framundir, at tunnilsfelagið gongur ørindi fyri Bakkafrost.

Í tíðindaskrivi í gjárkvøldið sigur Bakkafrost, at fyritøkan sjálvandi hevur áhuga í, at ferðsluviðurskiftini eru góð - eisini til Skálavíkar, har fyritøkan byggir nýggja smoltstøð. 

- Men Bakkafrost hevur ongantíð hvørki viðmerkt ella umrøtt síni áhugamál við nakran av pørtunum, hvørki so ella so, sigur Regin Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286