Framvegis einki álit um revsitiltøk móti Russlandi

Framvegis einki álit um revsitiltøk móti Russlandi
Nevndin fekk longda freist at skriva álit, men tann freistin var úti 29. oktober
Bjarni Hammer er formaður í Uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.11.2025 - 11:01

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur enn ikki skrivað álit til lógaruppskotið um at seta fleiri revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Tingfundir vóru bæði týsdagin og aftur í gjár, men einki álit varð lagt fram.

Í dag er ein vika síðani at Bjarni Hammer, formaður í nevndini segði at nevndin væntandi fór at koma við sínum áliti í hesi vikuni. Tingfundur er klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin.

Lógaruppskotið um víðkað revsitiltøk móti Russlandi - ítøkiliga at seta reiðaríini Norebo og Murman Seafood á svartalista - hevur ligið í Uttanlandsnevndini síðani 28. august. Nevndin fekk longda freist at skriva álit, men tann freistin var úti 29. oktober, tað var mikudagin í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527