Fólkatalið nærkast 55.000

Fólkatalið nærkast 55.000
1. oktober búðu 54.858 fólk í Føroyum, 317 fólk fleiri enn somu tíð í fjør
Fólkatalið nærkast 55.000
Mynd: Hagstovan  
 
10.11.2025 - 10:36

Fólkatalið í Føroyum nærkast 55.000.

Tað var 54.858 fólk 1. oktober, 317 fólk fleiri enn 1. oktober í fjør.

Vøksturin er 0,6 prosent, skrivar Hagstovan. 

Vøksturin var størri enn hann var frá 2023 til 2024, millum annað tí at fleiri børn vóru fødd.

Burðaravlopið seinasta árið var 177 fólk og nettoflytingin 140 fólk. 

50 fleiri er í burðaravlopinum enn undanfarna tíðarskeið.

 

 

70 fleiri børn

70 fleiri børn vóru fødd enn frá oktober 2023 til september 2024, tá óvanliga fá børn vóru fødd.

Í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið. Yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr í Tórshavnar kommunu. 

Næststørsti fólkavøkstur var í Nes kommunu og Sørvágs kommunu.

Fólkatalið minkaði í 12 kommunum, mest í Sunda kommunu, Vága kommunu og Tvøroyrar kommunu.

 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375