Løgmaður: Valskeiðið verður ikki full fýra ár

Løgmaður: Valskeiðið verður ikki full fýra ár
Tað riggar ikki at hava val í jólamánaðinum, tí løgtingið skal m.a. avgeiða fíggjarlógina í desember, sigur Aksel V. Johannesen
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.11.2025 - 08:32

Hetta valskeiðið verður ikki full fýra ár.

Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 8. desember næsta ár.

Men tað verður fyrr enn tað, ætlar løgmaður.

Tað riggar ikki at hava val í desember. Desember er jólamánaður, og løgtingið skal avgreiða mllum annað fíggjarlógina í desember, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í sendingini Vikuni leygardagin.

Hann segði ikki, nær hann vil hava val. Bara, at tað ikki verður 8. desember.

Tá val verður fráboðað, tað kunnu antin løgmaður ella løgtingið gera, skulu ganga í minsta lagi fýra vikur og í mesta lagi fimm vikur, til valdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065