Ferðslan veksur mest í Eysturoyartunlinum

Ferðslan veksur mest í Eysturoyartunlinum
4,6 milliónir bilar hava koyrt í teimum fýra undirsjóvartunlunum higartil í ár, 300.000 fleiri enn somu tíð í fjør
Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár koyrdu næstan 1,7 milliónir bilar millum Eysturoynna og Suðurstreym, og tað eru 133.000 fleiri í ár enn í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2025 - 09:38

Ferðslan í teimum fýra undirsjóvartunlunum veksur støðugt, og hon veksur mest í Eysturoyartunlinum.

Størsti vøksturin var á leiðini millum Eysturoy og Suðurstreym, har ferðslan fyrstu tíggju mánaðirnar av 2025 er økt við 8,6 prosentum. Fyrstu tíggju mánaðirnar av árinum í ár koyrdu næstan 1,7 milliónir bilar millum Eysturoynna og Suðurstreym, og tað eru 133.000 bilar fleiri í ár enn í fjør. Higartil í ár hava í miðal 5.609 bilar koyrt millum Havnina og Skálafjørðin um samdøgrið.

Næststørsti vøksturin var á leiðini tvørtur um Skálafjørðin, har ferðslan er økt við 7,6 prosentum  upp í næstan 280.000 bilar. Tað er umleið 20.000 bilar fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, og nú táttar talið av bilum um dagin í 1.000 bilar.

 

Sandoyartunnilin

Frítekst tagging: 

 

1.100 bilar í Sandoyartunlinum um dagin 

Ferðslan í Sandoyartunlinum er vaksin við 7,3 prosentum samanborið við í fjør. Higartil í ár hava 331.000 bilar koyrt ígjøgnum Sandoyartunnilin, og tað gevur eitt miðaltal upp á 1.100 bilar um dagin, sum er næstan 100 bilar fleiri um dagin samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Minsti vøkstur er í Vágatunlinum, har ferðslan er økt við góðum fimm prosentum, og í Norðoyatunlinum er ferðslan vaksin við 5,8 prosentum. Og tað er ikki tí, at tað er ein lítil vøkstur kortini, tí higartil í ár hava 47.000 bilar fleiri koyrt í Vágatunlinum og 75.000 fleiri í Norðoyatunlinum.

Samanlagt hava 4,6 milliónir bilar koyrt ígjøgnum allar undirsjóvtunlarnar í Føroyum fyrstu tíggju mánaðirnar av árinum í ár. Tað eru 300.000 bilar fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og 450.000 fleiri enn í fyrraárið, tá eingin Sandoyartunnil var.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933