Stóra rúsevnismálið: Dómarnir herdir - tann frídømdi eisini dømdur

Stóra rúsevnismálið: Dómarnir herdir - tann frídømdi eisini dømdur
Eystari landsrættur herdi tríggjar av fýra dómum, og maðurin, sum í Føroya rætti var frídømdur, fekk átta ára fongsulsrevsing í landsrættinum
 
14.11.2025 - 14:05

Nú eru greitt, at fimm av teimum seks, sum vórðu skuldsett í stóra rúsevnismálinum, sum var fyri í Føroya rætti í mars í ár, vera dømd. 

Eftir viðgerðina kom Føroya rættur í mars mánað til ta niðurstøðu, at fýra menn fingu langa fongsulsrevsing, úr seks upp í 11 ár og tvey fólk, ein maður og ein kvinna, vórðu frídømd.

Allir fýra dømdu menninir kærdu sínar dómar, tríggir av teimum kravdu frídøming og ein kærdi fyri at fáa linari dóm. Ákæruvaldið kærdi eisini fyri at fáa harðari dóm og eisini fyri at fáa tann frídømda dømdan.

Málið gongur í tveimum, fýra av málunum eru viðgjørd í Eystara landsrætti í Keypmannahavn, tí pláss var ikki fyri málinum í Føroyum, og tann seinasti verður so viðgjørdur, tá Eystari landsrættur kemur til Føroya í næstu viku.

Og úrslitið var, at allir fýra, sum vórðu til viðgerar í Keypmannahavn í dag fingu dóm. Eisini tann, sum varð frídømdur í Føroya rætti. Hann fekk átta ára fongsulsrevsing í Eystara landsrætti í dag, og tað er ein rættiliga ógvislig broyting samanborið við, at hann var frídømdur í Føroya rætti.

Tveir av hinum fingu harðari dóm, eitt ár varð lagt afturat hjá hvørjum teirra, og dómurin hjá tí, sum fekk harðasta dómin, varð staðfestur.

Dómarnir í Eystara landsrætti fullu soleiðis:

- 32 ára gamal maður: 7 ára fongsulsrevsing (6 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti)
- 41 ára gamal maður: Staðfesting av dómi (11 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti
- 46 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing (7 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti)
- 44 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing (Fríkendur í Føroya Rætti)

Seinasta kærumálið er hjá tí 43 ára gamla, sum fekk átta ára fongsulsrevsing, verður viðgjørt í Føroya rætti í komandi viku, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi. Tann dømdi hevur kært fyri at fáa linari dóm.
Trýst á pílin niðanfyri og hoyr innslagið og alla samrøðuna við Katrina Thorsvig í tíðindasendingini klokkan 18:

1776484

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166