Ugly Kid Joe kemur at spæla á Voxbotni

Ugly Kid Joe kemur at spæla á Voxbotni
Kenda amerikanska rokkorkestrið Ugly Kid Joe verður at hoyra á Voxbotni næsta summar saman við danska Apacha og føroyska Byrta
Mynd: Shutterstock.com / Bjørn Deutschmann  
 
14.11.2025 - 18:02

Tónleikatiltakið Voxbotn hevur lagt seg væl og virðiliga á odda, tá tað snýr seg um at bóka nøvn til komandi ár. 

Fyrst kunngjørdi Voxbotn heitasta navnið á danska tónleikapllinum Apacha.

Síðani sterkasta føroyska poppnavnið yvirhøvur, Byrta.

Og nú setir Voxbotn trumf á við amerikanska rokkorkestrinum Ugly Kid Joe. Hetta var kunngjørt í sendingini Vikuskiftið í dag. 

 

Hittaðu stórt í 1992

Ugly Kid Joe hittaði stórt fyrst í nítiárunum við einari rokkinnspæling av hittsanginum "Cats In The Cradle" hjá Harry Charpin á plátuni "Americas Least Wanted" frá 1992.

Sangurin kleiv upprunaliga upp á eitt fyrsta pláss á Billboard Hot 100-hitlistanum, tá hann kom út í desember 1974, men tulkingin hjá Ugly Kid Joe gjørdist eisini eitt topp-10 hitt í fleiri londum.  

 

Alt annað enn útbrendir

Um nakar hugsar, at Ugly Kid Joe ljóðar sum eitt avdankað rokkorkestur, so kunnu limirnir í bólkinum ikki renna undan aldrinum.

Men teir føroyingar, ið vóru á Copenhell í 2022, fingu sjón fyri søgn um, at har er massar av lívi og knotum eftir í Ugly Kid Joe, sum spældi ein framúrskarandi konsert. 

Hetta sæst eisini aftur á hesar liveframførsluni frá Graspop í Belgia í ár, sum liggur á Youtube. 

Nú fáa so allir føroyingar høvi at uppliva bólkin, tá hann kemur at spæla á Voxbotn 2026, sum verður í Vágsbotni í Havn 27. juni. 

Ugly Kid Joe hittaði eisini við sanginum "Everything About You", ið teir sjálvir hava skrivað, og sum rakti ótrúliga væl ironiska og ótilpassaða tíðarandan millum ung í Vesturheiminum.

"I hate the rain and sunny weather
And I, I hate the beach and mountains too
(And) I don't like a thing about the city, no, no
And I, I, I, hate the countryside too!

And I, hate everything about you!
Everything about you!"

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194