Eldfimur Elias var ikki nóg mikið ímóti Hákuni og Berlin

Eldfimur Elias var ikki nóg mikið ímóti Hákuni og Berlin
Elias Ellefsen á Skipagøtu dróg Kiel upp á javnt í seinna hálvleiki, men Hákun West av Teigum og teir í Berlin hildu høvdið kalt og vunnu tepurt í toppdystinum
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt 12 mál, men tað var ikki nóg mikið ímóti Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin
Mynd: THW Kiel  
 
16.11.2025 - 15:09

Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt 12 mál og legði upp til fýra fyri Kiel, sum vitjaði Füchse Berlin og Hákun West av Teigum í týska høvuðsstaðnum leygardagin.

Tað var kortini ikki nóg mikið, tí tað var føroyski landsliðsvongurin á heimaliðnum, sum kortini endaði omaná í týðandi 32-29 sigri í Max-Schmeling-Halle.

 

Stórdrama millum meistara og steypavinnara

Heimaliðið var frammanfyri mestsum allan dystin. Føroyski spælskiparin hjá Kiel fann ikki flogið beinanvegin, og við millum annað tveimum málum frá Hákuni West av Teigum, vann Berlin seg fleiri málum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fótaði sær kortini, og saman við Eric Johansson syrgdi hann fyri, at munurin í hálvleikinum bert var tvey mál.

Føroyska Kiel-stjørnan skeyt eisini trý tey fyrstu málini hjá útiliðnum eftir steðgin, men tað var heimaliðið, sum spakuliga økti um leiðsluna, sum var fimm mál, tá 19 minuttir vóru eftir.

 

 

Eldfimur Elias dróg Kiel innaftur

Tá tók føroyski spælskiparin av álvara um endan aftur. Upp á 10 minuttir skeyt Elias Ellefsen á Skipagøtu fimm mál og legði upp til eitt. Millum málini var nummar 100 í Bundesliguni í ár og útjavnandi málið til 27-27 í 53. minutti.

Tað var kanska lagnunnar speisemi, at Hákun West av Teigum fekk næsta kjansin hjá Füchse Berlin. Hann setti sítt fimta mál í netið eftir 10 minuttir langan Berlin-málturk, og hóast tað eydnaðist Keil at javna tvær ferðir afturat, vóru tað teir grønu, sum við bjargingum frá stórspælandi Dejan Milosavljevic og trimum teimum síðstu málunum í dystinum, tryggjaðu sær sigurin.

Við sigrinum komu Hákun West av Teigum og teir upp undir liðina á Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel á 3. plássi við 18 stigum. Magdeburg vann á Flensburg og leyp upp á 1. plássi við 21 stigum og einum dysti til góðar, meðan Flensburg framvegis hevur 20 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595