
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Tað er stilt og klárt, men eisini kalt hendan vakran vetrardagin við Gøtugjógv.
Høgni Lisberg, tónleikaframleiðari, og Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna, standa í durinum til húsini, har skúlatannlæknin fyrr helt til, og njóta útsýnið yvir Gøtuvík.
"Gøtugjógv er eitt øgiliga vakurt stað, og útsýnið sær ongantíð líka út, tí tað broytist alt eftir sólini, skýggjum, skuggum, regni og so framvegis," hugleiðir Høgni Lisberg, meðan hann fær sær ein guv av sigarettini.
Tað er her, at tey seinastu mánaðirnar hava innspælt nýggju plátuna hjá Guðrið, "Sýrublað".
Mótstøðuføri móti fukti
"Tónleikarar eru mótstøðuførir móti fukti," staðfestir Høgni Lisberg skemtandi, áðrenn hann sløkkir sigarettina og bjóðar innar.
Eyðkendi roykurin av fukti, sum ofta er ein inngrógvin partur av nógvum eldri føroyskum húsum, er eisini tað fyrsta, ið møtir tær, tá ið tú trínur innar.
Men Høgni klagar ikki - tvørturímóti. Hann fegnast um, at hann er sloppin at leiga eitt høli í húsinum frá Eysturkommunu, har hann hevur innrættað sær eitt lítið studio.
"Tað er fantastiskt, at kommunan er sinnað at útvega okkum tónlistafólkum karmar, so vit kunnu arbeiða og støðast her í kommununi, og ikki kenna okkum noydd at fara úr kommununi at leita eftir umstøðum til hetta virksemið."
Skapar avleitt virksemi
Høgni Lisberg, ið er búsitandi í Leirvík, har hann eisini er uppvaksin, vísir á, at tónleikari og tónleikaframleiðari Theodor Kapnas úr Hamferð eisini hevur fingið hølir at leiga frá kommununi í grannalagnum.
"Tað er bara ein spurningur um tíð, fyrr enn ein Eivør-pláta verður upptikin her í grannalagnum," leggur hann brosandi afturat.
Í grannalagnum finst eisini Losjan, ið er vøggan hjá Grót og G! festivalinum.
"Tað er fantastiskt, at kommunan er sinnað at útvega okkum tónlistafólkum karmar, so vit kunnu arbeiða og støðast her og ikki kenna okkum noydd út um kommununa at finna hesar karmar."
Høgni Lisberg, tónleikari & tónleikaframleiðari
Høgni Lisberg er vísur í, at tað fer at gagna Eysturkommunu, at hon skapar karmar, ið tónlistafólk kunnu virka undir.
"Sovorðið skapar avleitt virksemi, eitt nú hava nakrir eldri harrar, ið annars ikki høvdu farið í eitt studio, verið á gátt og innspælt ein sang. Og so var ein flokkur frá serbreytini í Miðnámi á Kambsdali eisini framvið og tók ein sang upp."
Ger ikki somu plátu tvær ferðir
Pláta Guðriðar, ið tey bæði eru í holt við at leggja seinastu hond á, kallast "Sýrublað", og hon er Guðriðar sjeynda og kemur út til várs.
Tað er skjótt greitt, tá fyrstu tónarnir av "Sýrublað" runga út í hølið, at plátan verður skilliga øðrvísi enn "Gult myrkur" frá 2022, ið vann heiðurin sum ársins útgáva á Faroese Music Awards (FMA) hetta árið.
"Eg royni at leggja meg eftir ikki at gera somu plátuna tvær ferðir," sigur Guðrið avgjørd, meðan hon sessast, letur seg í oyratelefonirnar og trívur í ein av mongu gittarunum, sum hanga á vegginum.
"Tískil hevði eg eisini hug at arbeiða saman við nýggjum fólkum á hesari plátuni. Mær dámdi øgiliga væl tað, ið Høgni Lisberg hevði framleitt fyri Døgg Nónsgjógv á plátuni 'Døggfallin'. So eg spurdi Høgna, um hann var áhugaður at arbeiða saman við mær á hesari plátuni."
"Eg royni altíð at leggja meg eftir ikki at gera somu plátuna tvær ferðir."
Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna
Skuldi ljóða rá og spæld
Á "Gult myrkur" legði Guðrið seg tilvitað eftir, at útsetingarnar av tónleikinum skuldu vera so akustiskar og einfaldar sum gjørligt, so hon eisini kundi fara út og framføra sangirnar einsamøll við einum gittara.
"Ofta, tá tú fert í studio at taka upp, so verða sangirnir undirdíktir við ljóðførum, sýnt-ljóðum og øðrum, og so endar tað við, at tú ikki fært spælt helvtina av sangunum á plátuni live. Málið við 'Gult myrkur' var at umganga tað, so har vóru næstan ongar trummur á. Á hesari plátuni eri eg farin beint øvuta vegin aftur."
Guðrið vildi tó hava plátuna at ljóða ráa og spælda - tað vil siga, at mann skal hoyra, at tað eru verulig fólk, ið spæla.
"Plátan skuldi ikki yvirframleiðast, og vit hava valt tær upptøkurnar, ið kennast best, heldur enn tær, ið eru mest lýtaleyst spældar ella sungnar."
Víttfevnandi fólkapoppur
Upprunaliga savnaðu Guðrið og Høgni ein bólk at innspæla tónleikin á plátuni beinleiðis í upptøkuhølinum við Gøtugjógv.
"Men tað gav ikki ordiliga tað ljóðið, ið eg vildi hava, so tað endaði við, at Høgni og eg spæla øll ljóðførini á plátuni."
"Grundleggjandi er tónleikurin á plátuni fólkapoppur, men hon ferðast eisini víða um í sjangrum. Eitt nú er eitt reggae-lag á plátuni, og eitt sovorðið havi eg ikki útgivið áður."
Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna
Umframt at spæla øll ljóðførini, so hava tey bæði eisini loyvt sær sjálvum at vera rættiliga spælisjúk á "Sýrublað".
"Grundleggjandi er tónleikurin á plátuni fólkapoppur, men hon ferðast eisini víða um í sjangrum. Eitt nú er eitt reggae-lag á plátuni, og eitt sovorðið havi eg ikki útgivið áður, og har eru eisini løg, ið bera brá av country-tónleiki, og okkurt lag, sum peikar aftur til 90-árini og grunge-tónleikin."
Har er tó ein reyður tráður, vísir Guðrið á.
"Tað eru somu ljóðini og tónlistarliga huglagið, ið ganga aftur á plátuni, so hóast hon fevnir víða tónlistarliga, so hongur hon øgiliga væl saman - merkiligt nokk."
Øðrvísi tekstir
Guðrið Hansdóttir hevur fingið Beinir Bergson at hjálpa sær við tekstunum á "Sýrublað".
"Tekstirnir hjá Beini eru eitt sindur øðrvísi enn tað, ið vit eru von við at síggja. Beinir er øgiliga sansaligur í sínari skriving, eitt nú skrivar hann um at fáa reyðar kjálkar, at vera úti í sandi, at tað er kalt, fáa vátar føtur, og at tað prikar."
Evnini, ið tekstirnir viðgera, stinga djúpt. Tekstirnir snúgva seg nógv um angist og um tað trýst, sum vit menniskju liva undir í dag.
"Tað er strævið at vera menniskja í dag," staðfestir Guðrið. "Tað verður væntað nógv av okkum. Mann skal hava familju, men skal eiga hús, bil, børn og so skulu vit eisini vera á sosialu miðlunum. Alt koyrir við ræðuliga høgari ferð, og mann fær ikki luft, tí tað kennist eins og mann er í einum hamstrarahjóli."
"Tað er strævið at vera menniskja í dag. Mann fær ikki luft, tí tað kennist eins og mann er í einum hamstrarabúri."
Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna
Súrt og knasar
Plátan eitur nakað so sjáldsamt sum "Sýrublað", og tað er ikki uttan orsøk.
"Beinir brúkar eisini náttúruna í sínum tekstum, eitt nú ymiskar blómur, ymisk sløg av grasi, tara og fuglum. Ein sangur eitur 'Loðbressa', og eg vænti ikki, at tað eru nógv fólk, ið vita, at tað er eitt slag av blómuflugu. Eitt sýrublað er súrt og knasar eitt sindur, og eg haldi, at tað er rættiliga umboðandi fyri plátuna," hugleiðir Guðrið Hansdóttir, áðrenn hon leggur oyratelefonirnar frá sær, og seinasta upptøkan er í kassanum.
"Sýrublað" kemur út móti vári næsta ár.