Jørgen Niclasen: Ger Trongisvágsvegin til innkomuveg

Jørgen Niclasen: Ger Trongisvágsvegin til innkomuveg
Tingmaðurin heldur, at sami leistur kann brúkast í Trongisvági sum við innkomuvegnum til Havnar og Fjøruvegnum í Runavík
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, skjýtur upp at gera vegin í Trongisvági til innkomuveg eftir sama leisti sum innkomuvegurin í Havn og Fjøruvegurin í Runavík.
 
20.11.2025 - 09:38

- Lat okkum gera Trongisvágsvegin til ein innkomuveg. Løgtingið játtar Tvøroyrar kommunu 10 milliónir krónur, so ger kommunan vegin og hevur ábyrgd av honum.

Tað skjýtur Jørgen Niclasen, løgtinsmaður, upp, og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, heldur tað vera eitt gott hugskot.

 

 

Tá munnligir fyrispurningar vóru í tinginum í gjár, segði Jørgen Niclasen,  tað hevur riggað væl við innkomuvegi í Havn og Fjøruvegnum í Runavík, og hann heldur, at tað sama kann gerast fyri smala vegastrekkið í Trongisvági. 

Hann vísti á, at Landsverk hevur tvey uppskot um Trongisvágsvegin, sum kosta ávíkavist 20 og 40 milliónir krónur, meðan Tvøroyrar kommuna sigur seg kunna breiðka vegin fyri 8-10 milliónir krónur.

 

Hoyr innslag í utvarpstíðindunum:

 

20112025_Trongisvagsvegur

 

Vit hoyrdu tingfólkini Eyðdis Hartmann Niclasen, Bjarna Hammer, Jenis av Rana, Jacob Vestergaard, Beinir Johannesen Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Steffan Klein Poulsen og Johan Dahl
 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493