Útflutningurin er vaksin 1,4 milliardir seinasta árið

Útflutningurin er vaksin 1,4 milliardir seinasta árið
Útflutningsvirðið á makreli vaks 1,1 milliard ella 131 prosent
Vit útfluttu fyri 13,3 milliardir krónur frá oktober í fjør til september í ár.
Mynd: Hagstovan  
 
20.11.2025 - 10:51

Føroyar útfluttu fyri 13,3 milliardir krónur frá oktober í fjør til september í ár.

Hetta eru 1,4 milliardir meira enn frá oktober 2023 til september 2024.

Serliga er útflutningsvirðið fyri makrel vaksið meira enn 1,1 milliard krónur, tað eru 131 prosent.

Tað mesta kemur frá prísvøkstri, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum veksur.

Men útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er minkaður 522 milliónir krónur. 

 

 

Útflutningsvirðið á laksi minkaði 273,4 milliónir krónur. Prísurin er minkaður 15 prosent.

Fimm lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. 

Tey eru USA, Danmark, Russland, Bretland og Spania. 

Vend er komin í útflutningin til Russlands, sum minkaði nógv, tá laksaútflutningurin hagar steðgaði í 2022.

Men gongdin er nú vaksandi, skrivar Hagstovan. 

Føroyar útfluttu fyri 54,3 milliónir krónur til Russlands í september í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858