Dýrari hjá gomlum at fáa hjálp

Dýrari hjá gomlum at fáa hjálp
Tórshavnar býráð hevur samtykt at hækka gjøldini fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskoti um felags leist hjá Kommunufelagnum
Heimahjálpin verður tvær til tíggju krónur dýrari. Tó er eingin hækking hjá teimum, sum tjena 50.000 kr, ella minni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2025 - 08:05

Á nýggjárinum fer tað at kosta meira hjá teimum gomlu í Tórshavnar kommunu, sum fáa hjálp frá kommununi.

Býráðið hevur samtykt at hækka gjøldini fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskoti um felags leist hjá Kommunufelagnum fyri 2026.

Kunngerð um eldratænastur kom í gildi 1. apríl 2023.

Hon gevur kommunum heimild til sjálvar at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur. 

 

Búpláss hækkar 311 kr.

Gjaldið fyri búpláss hækkar 311 krónur hjá teimum, sum hava minstu inntøku umframt fólkapensjón og samhaldsfasta og 575 krónur hjá teimum, sum hava størstu inntøkuna.

Heimahjálpin verður tvær til tíggju krónur dýrari. Tó er eingin hækking hjá teimum, sum tjena 50.000 kr, ella minni.

Og umlætting verður átta krónur dýrari um samdøgrið, 56 kr. fyri eina viku og 224 krónur fyri fýra vikur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531