Gigni: Útlendsk børn krevja meira av heilsufrøðingum

Gigni: Útlendsk børn krevja meira av heilsufrøðingum
Meira enn helvtin av útlendsku familjunum hevur fingið eykavitjanir, og summi hava fingið fleiri eykavitjanir
Sólrun Foldbo er fakligur stjóri í Gigni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2025 - 14:19

- At talið á útlendskum børnum í Føroyum er vaksandi, krevur meira av heilsufrøðingunum.

Tað sigur Sólrun Foldbo, fakligur stjóri í Gigni.

Gigni hevur ikki neyv tøl fyri, hvussu nógvar útlendskar familjur, Gigni vitjar, men ein uppteljing í 2024 vísir, at meir enn helvtin av útlendsku familjunum hevur fingið eykavitjanir,  og summi hava fingið fleiri eykavitjanir. 

 

 

Í sambandi við arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 spurdi Fíggjarnevndin, hvussu virksemið hjá Gigni er ávirkað av, at talið á útlendskum børnum í Føroyum er vaksið.

Gigni svaraði, at nógvar útlendskar familjur fáa eykavitjanir.

Og umframt tað, sum tey vanliga síggja, at barnafamiljur stríðast við, sum er at geva bróst, kostur, svøvnur, skíggjar og vantandi trivnaður, stríðast útlendsku familjurnar eisini við einsemi, strongd og mentanarmun.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24112025_Gigni

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938