Sissel Kyrkjebø loksins aftur til Føroya

Sissel Kyrkjebø loksins aftur til Føroya
Løkshøll í Runavík verður karmur um konsert við norska sangfuglinum Sissel Kyrkjebø 25. apríl í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu
Mynd: Kristin Saastad  
 
25.11.2025 - 10:27

Øll tey, ið eru komin eitt sindur til árs, minnast løtuna í 1991, tá heimskendi norski sangfuglurin, Sissel Kyrkjebø, við tí kláru og einglakendu røddini, bergtók øll við framførsluni av "Tíðin rennur sum streymur í á". 

Nú vitjar loksins aftur, tí 25. apríl stendur 56 ára gamla Sissel Kyrkjebø á pallinum í Løkshøll í Runavík í sambandi við, at hon er høvuðsnavnið til mentanarvikuna í Runavíkar kommunu. 

 

Blíða og fjálga medferð

Í Løkshøll eru tey sera spent til konsertina.

Í tíðindaskrivinum skriva tey, at áhoyrararnir kunnu vænta sær eina gandakenda konsert, har røddin og tónleikurin flytir seg frá tí vakra og eleganta til tað óslípaða og ráa.

"Sissel er kend fyri sína blíðu og fjálgu medferð á pallinum og fyri røddina, sum fer beint í hjartað hjá áhoyrarunum."

 

Fjølbroytt skrá

Skráin fer at fevna um bæði kendar klassikarar og nýggjari sangir, sum flyta seg tvørtur um ymisku tónleikamørkini.

Saman við tónleikarunum fer Sissel, við síni serstøku rødd at geva okkum várliga orku meðan vit bíða eftir summari og sól.

"Tónleikur er heilivágur. Tónleikur, sum verður framførdur á palli er betri enn heilivágur. Vælkomin á konsert - eg gleði meg at síggja tykkum," sigur Sissel við fyriskipararnar í tíðindaskrivinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558