Grindalógin skal stýra grindadrápi

Grindalógin skal stýra grindadrápi
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og sýslumaður, fyrireikar uppskot til samtyktar, í kjalarvørrinum av, at fyrrverandi sýslumaður og grindaformenn verða kannaðir
Kanningarnar hjá løgregluni hava steðgað øllum grindadrápi í Norðoyggjum.
 
26.11.2025 - 10:12

Kanningarnar hjá løgregluni hava steðgað øllum grindadrápi í Norðoyggjum.

Grindamannafelagið vísir á, at djóravælferðarlógini ger tað, sum er lógligt eftir grindalógini, ólógligt.

Tað er farið sum ein skelkur ígjøgnum grindamenn í Norðoyggjum, eftir at tað er komið fram, at fyrrverandi sýslumaðurin, Jens Jensen, og aðrir grindaformenn verða kannaðir fyri brot á grindalógina og lógina um djóravælferð. 

Tað er bara grindalógin, sum skal stýra grindadrápi.

Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og sýslumaður, sum fyrsta dagin fer at leggja uppskot til samtyktar fyri tingið um hetta.

Jacob Vestergaard sigur, at skeivir myndugleikar eru uppi í málinum, tá politiið sendir málið til Heilsufrøðiligu starvsstovuna. 

Sí innsløg í Degi og viku:

 

GRIND_JACOB

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775