Nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu

Nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu
Sonni Óli Djurhuus tekur við starvinum 1. februar
Sonni Óli Djurhuus er nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
26.11.2025 - 13:38

Sonni Óli Djurhuus er settur sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu. 

Hann er 51 ára gamal,  og hevur drúgvar leiðslu- og stjóraroyndir, bæði í privata og almenna geiranum.

Sonni Óli Djurhuus var útbúgvin lærari í 2003 og tók BED í pedagogiskari leiðslu á Fróðskaparsetrinum í 2020. Harumframt hevur hann aðrar viðkomandi útbúgvingar.  

Hann hevur verið handils- og deildarleiðari í handilsvinnuni, og hevur í fleiri umførum verið skúlastjóri. M.a. stóð hann fyri at leggja saman tríggjar skúlar, til tað vit í dag kenna sum Skúlan við Streymin, í tíðarskeiðinum 2016 til 2023.

Síðani 1. apríl 2023 hevur Sonni Óli Djurhuus verið stápsleiðari í sjúkrahúsverkinum.

Hann tekur við starvinum sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu 1. februar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065