Vinnarin av merktum toski er funnin

Vinnarin av merktum toski er funnin
Havstovan hevur í dag latið hepnum fiskimanni vinningin fyri at hava latið merktan tosk inn
Merktur toskur verður mátaður á Havstovuni
Mynd: Tóra Winther Reinert, lívfrøðingur og hjálparfólk á Havstovuni  
 
01.12.2025 - 15:57

Havstovan hevur í næstan 30 ár skipað fyri fiskamerkingum, sum kann siga nakað um føroyska fiskastovnin.

Og í dag bleiv hepni vinnarin funnin.

 

Vinnarin úr Klaksvík

Hepni vinnarin gjørdist fiskimaðurin Johan Klakstein úr Klaksvík, sum siglur við trolbátinum Jens Leon.

- Tað var ótrúliga stuttligt, segði Johan Klakstein, sum gjørdi klárt til ein túr, tá Petur Steingrund fekk orðið á hann við gleðiligu boðunum.

Hann vinnur 12.500 krónur fyri at hava latið inn merkta toskin, sum hevði verið úti á sjógvi í gott eitt ár, áðrenn hann bleiv fangaður úti móti Nólsoyarbanka.

 

251201_NET_FISKAMERKING_TILLUKKU

 

Fiskamerking gevur týdningarmikla vitan

Síðani 1997 hevur Havstovan skipað fyri fiskamerking, og hetta gevur týdningarmikið innlit í føroyska fiskastovnin.

- Hetta sigur nakað um ferðing og vøkstur á fiski, og í síðsta enda stuðlar tað okkum í at fáa eina betri umsiting av føroysku fiskastovnunum, sigur Petur Steingrund, fiskafrøðingur á Havstovuni.

 

251201_NET_FISKAMERKING_PETUR_STEINGRUND

 

Meira verður um evnið í Dag og viku í kvøld kl. 19.00

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985