Fosturtøkumálið: Vilja útseta gildiskomuna til 1. januar í 2027

Fosturtøkumálið: Vilja útseta gildiskomuna til 1. januar í 2027
Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen leggja fram broytingaruppskot, tá málið kemur til 3. viðgerð í dag
Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen fara at leggja fram broytingaruppskot til fosturtøkumálið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2025 - 10:11

Tingfólk í andstøðuni fara at leggja fram broytingaruppskot, tá fosturtøkumálið kemur til triðju og endaligu viðgerð í dag. 

 Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum eiga broytingaruppskotið.

 

Steffan Klein Poulsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Teir skjóta upp at útseta gildiskomuna av fosturtøkulógini til 1. januar í 2027.

Sambært uppskotinum, sum løgtingið samtykti við 2. viðgerð týskvøldið, skal fosturtøkulógin koma í gildi 1. juli í 2026. 

Løgtingsval verður í seinasta lagi 8. desember næsta ár. 

- Eitt nýtt løgting skal fáa møguleika at taka støðu til málið, sigur Helgi Abrahamsen: 

 

04122025_Helgi_Abrahamsen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870