Kunngerðin lýst - kunnu fara til útróðrar í morgin

Kunngerðin lýst - kunnu fara til útróðrar í morgin
Bólkur 5 fleiri fiskidagar, sum verða fluttir frá 2024. Heimildin at flyta fiskidagar um ár er galdandi til 1. januar 2027
Kunngerðin um fiskidagar er lýst, og bátar í bólki 5B sleppa nú aftur til útróðrar. (Savnsmynd)
 
05.12.2025 - 14:38

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við tilfeingis- og vinnumálum, hevur nú lýst kunngerðina um broytingarnar í kunngerðini um fiskidagar, sum ger, at bólkur 5 fær fleiri fiskidagar. 

Orðaljóðið í kunngerðini er, at í grein 5 verður sum stk. 4 sett: 
“Stk. 4. Umframt fiskidagar sambært § 3, nr. 5 verða, fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2025 til 31. desember 2025, ásettir fiskidagar til bólkin við støði í talinum av fiskidøgum, sum bólkurin ikki brúkti í fiskiárinum 2024, tó í mesta lagi 10% av tillutaðu fiskidøgunum í 2024.”

Hetta hevur við sær, at  fiskidagar, sum bólkur 5 ikki brúkti í 2024, kunnu brúkast í ár, og tað merkir í stuttum, at útróðrarmenninir kunnu fara til fiskiskap.

Tað kunnu teir longu í morgin, tí kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst stendur í grein 2.

 

Gekk skjótt at avgreiða málið

Tað gekk skjótt at fáa uppskotið, sum Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen, Jóhannis Joensen og Árni M Dam vóru upphavsmenn til, gjøgnum løgtingið. Tað varð lagt fyri Løgtingið 11. november, tað var endaliga samtykt við 3. viðgerð 2. desember, og nú, tann 5. desember, er tað longu lýst.

Tað er tó ikki upprunauppskotið, sum er samtykt. Upprunauppskotið legði upp til, at broyta lógina, so bólkur 5 skuldi koma undir somu skipan sum aðrir bólkar.

Men áðrenn atkvøðugreiðsluna við 2. viðgerð kom eitt broytingaruppskot frá samgongutinglimunum Anniku Olsen, Una Holm Johannesen og Bjarna Kárasyni Petersen, sum broytti uppskotið soleiðis, at landsstýrismaðurin fær heimild til at broyta treytirnar hjá bólki 5 so, at óbrúktir fiskidagar í fjør kunnu flytast til ár. 

Tað var tað, sum løgtingið samtykti týsdagin, og tá samtykti løgtingið eisini, at landsstýrismaðurin bara kann brúka hesa heimildina í ár og næsta ár. Tí heimildin fer úr gildi aftur 1. januar 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118