Politikarar hóttir - Løgreglan tekur málið í størsta álvara

Politikarar hóttir - Løgreglan tekur málið í størsta álvara
Nógvir av politikarunum, sum í vikuni atkvøddu fyri nýggju fosturtøkulógini, fingu í gjárkvøldið boð við hóttanum, sum vóru beinleiðis knýttar at lógini, váttar løgreglan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2025 - 09:22

Nógvir av politikarunum, sum í vikuni atkvøddu fyri nýggju fosturtøkulógini, fingu í gjárkvøldið sms-boð við hóttanum, sum vóru beinleiðis knýttar at lógini.

Kringvarpið tosaði í gjárkvøldið við onkran teirra, sum váttaði, at tey høvdu fingið hóttanir, tí tey høvdu atkvøtt fyri fosturtøkulógini.

Í boðunum stóð, at viðkomandi var settur á listan yvir rættvísa fosturtøku. Víðari stóð, at um móttakarin alment angraði, so skuldi viðkomandi strika móttakaran av listanum. Men, legði sendarin afturat, tað er loyvt at drepa barnamordarar.

 

Løgreglan tekur málið í álvara

Løgreglan váttar, at hon í gjárkvøldið frá fleiri politikarum hevði fingið fleiri fráboðanir um telefonboðini. Løgreglan kannaði hvaðani boðini komu, og visti at siga, at talan var um ein danskan mann, sum eftir øllum at døma hevur sálarligar avbjóðingar.

Vakthavandi á Løgreglustøðini sigur, at løgreglan tekur málið í álvara og kannar tað. 

Talan er um hóttanir, eingin ivi um tað, men støða má takast til, um innihaldið er so álvarsligt, at tað skal farast víðari við teimum.

- Tað er eingin ivi um, at tað er serstakliga óunniligt at fáa slík boð, tí tað er øgiliga ógvusligt og kann sjálvandi ikki góðtakast. Vit vita, hvør viðkomandi er og fylgja væl við, men har eru viðurskifti, sum siga okkum, at hetta skal viðgerast ordiliga, sigur vaktleiðarin á støðini í Havn.

Persónurin hevur millum annað skrivað á X , at hann hevur sett øll tey 17, sum atkvøddu fyri lógini um fosturtøku, á ein rættvísan fosturtøkulista - umframt nógv annað.

Trýst á pílin og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á middegi.

1781057


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232