Annika framførir á Voxbotni komandi summar

Annika framførir á Voxbotni komandi summar
Voxbotn fær komandi summar vitjan av enn einari rísandi danskari poppstjørnu, tá Annika kemur at framføra
Mynd: Pressumynd  
 
09.12.2025 - 20:00

Í summar fekk danska Annika, sum er uppvaksin í Vejby í Norðursælandi, tann stóra heiður at spæla fyrstu konsertina á Orange pallinum á Roskilde festivalinum. 

Beint áðrenn konsertin skuldi byrja kom róp í, tí eitt stórt fylgi av fólkum kom stunandi yvir móti pallinum. Mitt í rokanum gekk eingin annar enn Christian krúnprinsur, ið vildi sleppa at hoyra rísandi poppstjørnuna á danska tónleikapallinum. 

27. juni komandi ár ber til hjá føroyingum at hoyra við egnum oyrum, hví tað var so umráðandi fyri hansara kongligu hátign at hoyra Anniku, tí tá fer hon á pallin á Voxbotni

 

Áhoyraraynski

Sambært fyriskipararnar av Voxbotni, so eru tað føroysku áhoyrararnir, ið sjálvir hava ynskt at sleppa at hoyra Anniku á Voxbotni. 

Í tíðindakskrivinum stendur:

"Beint eftir OY Voxbotn 2025 spurdu vit á Facebook: Hvønn vilt tú hoyra á Voxbotn 2026? Svarið var Apacha og Annika. Vit hava áður kunngjørt Aphaca og nú kunnger­a vit, at Annika eisini kemur."

 

Frá stovuni í Vejby til stóru pallarnar

Vegurin hjá Anniku Hedegaard Wedderkopp móti danska popptindinum byrjaði, tá hon sum 17-ára gomul byrjaði at leggja egnar sangir út á TikTok.

Men áðrenn tað var hon longu barnastjørna og hevði spælt við í filminum "Jagten" saman við Mads Mikkelsen og eisini luttikið í MGP, ið er barnaprixið í Danmark.

Í 2024 tók hennara tónleikalív tó veruliga dik á seg, tá fyrsta singlan, “Knuser hjerter”, streyk upp á ovastu rók á Spotify Danmark.

Sama ár kom EP’in “Nye Tider”, ið varð stroymd í milliónatali, og “Så længe jeg er sexy” skrivaði søgu við eisini at koma upp á ovastu rók í Noregi.

 

P3 Guld

Í 2025 vóru fleiri hæddarpunkt eitt nú sera vælumtókta debutalbumið “AW”.

Á leiðini upp á danska popptindi, so hevur Annika vunnið P3 Guld, P3 Talentet og "Ársins nýggja navn" á Danish Music Awards.

Annika hevur longu staðið seg sera væl á teimum størstu festivalunum, Roskilde og Smukfest, og komandi summar ber so til at hoyra hana á Voxbotni í Havn. 

 

Higartil kunngjørt til Voxbotn:

  • Annika
  • Ankerstjerne
  • Apacha
  • Byrta
  • Páll Finnur Páll
  • Ugly Kid Joe
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659