Sleppur undan virðisgjaldi, tí reglan er so ógreið

Sleppur undan virðisgjaldi, tí reglan er so ógreið
Kærustovnurin vísir á, at lógin bæði sigur, at virðisgjald skal krevjast, og at elbilar og vetnisbilar skulu ikki gjalda
Bileigari, sum flutti inn ein elbil úr Noregi í november í fjør, undan at rinda 10.200 kr. í virðisgjaldi. (Savnsmynd)
 
10.12.2025 - 08:28

Heimildin at krevja virðisgjald fyri elbilar frá 1. apríl til 31. desember í fjør er bæði ógreið og tvítýdd. 

Tí sleppur ein bileigari, sum flutti inn ein elbil úr Noregi í november í fjør, undan at rinda 10.200 kr. í virðisgjaldi.

Tað sigur Kærustovnurin.

Kærustovnurin vísir á, at lógin bæði sigur, at virðisgjald skal krevjast, og at elbilar og vetnisbilar skulu ikki gjalda.

 

Kemur eigaranum til góðar

At lógin er so ógreið og tvítýdd kemur bileigaranum til góðar.

Tí lógargreinin um frítøku var ikki broytt, samtundis sum greinin um virðisgjald var broytt.

Kærustovnurin heldur ikki, at heimild er í avgjaldslógini at krevja virðisgjald fyri elbilar, sum eru skrásettir í tíðarskeiðnum 1. apríl 2024 til og við 31. desember 2024. 

Og tá verður hugsað um heimildarkravið á skattaøkinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809