Fáa svar í morgin um jólahjálp frá Barnabata

Fáa svar í morgin um jólahjálp frá Barnabata
Í ár eru 327 umsóknir um jólahjálp, og Barnabati, sum umsitur hjálpina, hevur fingið 1,3 milliónir kr. í stuðli
Hedvig Johansdóttir er aðalskrivari í Barnabata.
 
11.12.2025 - 13:22

Í morgin fáa øll svar, sum hava søkt um jólahjálp frá Barnabata. 

Tað upplýsir Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata.

Barnabati hevur fingið 1,3 milliónir krónur í stuðli, sum eru 100.000 krónur meira enn í fjør.

Tilsamans 1.830 fólk, fyritøkur og onnur hava stuðlað jólahjálpini í ár.

327 hava biðið um jólahjálp. 

Hoyr innslag í í útvarpstíðindunum: 

 

11122025_Jolahjalp

 

Presisering, kl. 15:48: Í innslagnum verður ikki nevnt, at Barnabati sendir svarini út við Posta í morgin. Tí er ikki vist, at fólk eisini fáa svar í morgin. Svarið kemur við Posta.

 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. juni
Morgunlestur hósdagur 11.juni 2026
209283
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Nýggjastu sendingar í SV