Atfinningar móti avstralsku stjórnini eftir yvirgang

Atfinningar móti avstralsku stjórnini eftir yvirgang
Yvirgangsmenn tóku 11 mannalív í Avstralia í skotálopi í dag. Tey dripnu vóru til eitt jødiskt hátíðarhald. "Avstralska stjórnin var ávarað", sigur ísraelski forsætisráðharrin
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
14.12.2025 - 18:24

Tað var seinnapartur á degi á Bondi Beach við avstralska stórbýin Sydney, tá tveir menn í døkkum klæðum stillaðu seg á eina gongubrúgv oman fyri sandin, og lyftu byrsurnar at skjóta eftir eini mannamúgvu, sum taldi fleiri hundrað fólk, sum vóru komin saman á strondini at hátíðarhalda fyrsta dagin í Hanukkah - átta daga longu ljóshátíðina, sum jødar halda.

Tað eydnaðist monnunum at drepa 11 fólk, og særa 29 onnur.

 

Ein óvápnaður borgari, Ahmed al Ahmed, sníkti seg inn á annan byrsumannin og tók hann, og tók byrsuna av honum. Tilburðurin var filmaður, og videobrotið av hetjugerninginum fær nógv heiðrandi orð, eisini frá ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu. Til ber at síggja tilburðin hjá eitt nú  ABC News.

 - Vit sóu verkið hjá einum djørvum manni, einum djørvum muslimskum manni, skuldi tað vísa seg, og eg fagni honum, segði Netanyahu. 

Men Netanyahu hevði hvøss orð til avstralsku stjórnina. Hann skrivar í boðum á sosiala miðlinum X, at hann sendi sjálvur eitt bræv til avstralska forsætisráðharran Anthony Albanese í august, og segði við hann, at avgerðin at viðurkenna Palestina sum stat, kundi styrkja antisemitiskar ekstremistar, og leggja upp til illvilja ímóti jødum, og finst at avstralsku stjórnini fyri ikki at hava gjørt nóg mikið at byrgja uppfyri antisemitismu í Avstralia.

Avstralska stjórnin fekk í juli eina rapport frá serliga antisemitismu-umboðsmanninum, men hevur ikki tikið støðu til tilmælini í frágreiðingini. Jillian Segal, sum er antisemitismu-umboðsmaður, segði í dag eftir yvirgangsálopið, at nú hendi tað, sum jødiska samfelagið í Avstralia hevur óttast fyri fór at henda, og at "ávarað varð um at hetta kundi henda", sambært ABC news.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983